Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Sigfríður: Hetta var ein hart tiltrongdur sigur hjá EB/Streymi

Hoyr samrøðuna Heri Simonsen gjørdi við høvuðsvenjaran hjá EB/Streymi, Sigfríð S. Clementsen um 1-0 sigurin hjá EB/Streymi móti Skála, ið merkir, at EB/Streymur nú bert er eitt stig aftanfyri Skála á stigatalvuni. Sigfríður fegnast um ein hart tiltrongdan sigur í einum dysti, har EB/Streymur á vøllinum við Margáir í Streymnesi megnaði at halda Skála burtur frá teimum stóru málmøguleikunum.