Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Beinleiðis frásagnir á FM1 hósdagin: Klokkan 17.30 Víkingur-HB (løgmanssteypið) og klokkan 19.45 KÍ-HJK Helsinki (Conference League)

Tað verður nógvur beinleiðis fótbóltur á FM1 frá hósdegnum klokkan 17.30. Klokkan 17.30 siga frásøgumaðurin, Rúni á Reynatrøð og viðmerkjarin, Gert Hansen frá seinnu hálvfinaluni í kappingini um løgmanssteypið millum Víking og HB. HB vann fyrru hálvfinaluna 1-0. Klokkan 19.45 siga frásøgumaðurin, Trygvi Absalonsen og viðmerkjarin, Eli Simonsen frá fyrra Conference League Play Off dystinum millum KÍ og finska meistaraliðið, HJK Helsinki sum verður spældur á Tórsvølli.