Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

B36 Varpið U15 dreingir

Í B36 Varpinum í dag var Sorin Anghel høvðusvenjara hjá okkara U15 dreingjum. Práta var um arbeiðið hjá Sorin við U15 árganginum, og um samanrenningina millum føroyska- og rumenska fótbótsmentan. Eisini koma vit inn á, hvussu hann upplivdi sum blaðungur at flyta til Føroya fyri at spæla fótbólt.

Dreingirnir hava verið í einari støðugari menningartilgongd í ár. Úrslitini hjá teimum tala fyri seg, har teir bæði eru í steypafinaluni og liggja fremstir í landskappingini. Og tann góða menningartilgongdin bleiv undirstrikað herfyri, tá heili 10 av teimum vóru bidnir um at koma til úttøkuvenjing til U16 landsliðið.

B36 Varpið er at hoyra hósdag kl 16 á FM1.
Sendingin verður endursend hóskvøld kl 23 og sunnudag kl 13.
Hon liggur eisini sum poddvarp á FM1.fo.

B36 Varpið er stuðlað av Faroe Ship og Mouritsen’s Bussum.