Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Fríggjadagin 23. august kl. 10.45 verður nýggja skjótihøllin hjá Føroya Politi tikin í nýtslu

Peter Hummelgaard, danski løgmálaráðharrin, er á vitjan í Føroyum í hesum døgum og í hesum sambandi klippir hann snórin til nýggju skjótihøllina hjá Føroya Politi.

Nýggja skjótihøllin, sum er í Norðadali, ger tað møguligt hjá politinum at hava skjótivenjingar alt árið uttan mun til veður og vind. Skjótihøllin er eitt týdningarmikið íkast til eitt sterkari politi í Føroyum.

Skjótihøllin hevur kostað umleið14 milliónir krónur at byggja, og Føroya Politi hevur nú nakrar av teimum bestu skjótifacilitetunum í danska politinum. Umframt løgmálaráðharran og umboð frá Føroya Politi, eru Løgmálaráðið, Tórshavnar kommuna, AKO-FEF, Kontrast arkitekt fa., Óli Restorff Hansen, jørðeigari, og MTV Byggivirkið bjóðað til upplatingina av høllini.

Tað verður meira at frætta um hetta eftir tíðindir kl 12 á FM1.