Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Gott avrik 10 móti 11 men 2-2 málið hjá HJK var ein strika í rokningini hjá KÍ

Hoyr frásøgumannin, Trygva Absalonsen og viðmerkjaran, Eli Simonsen siga frá teimum fýra málunum, ið vóru skotin í 2-2 javnleikinum millum KÍ og HJK Helsinki í fyrra Conference Play Off dystinum á Tórsvølli. Hoyr Eli taka samanum eitt í stórum gott avrik hjá KÍ, men seina 2-2 málið hjá HJK spillir nakað. Hoyr eisini samrøðurnar Trygvi gjørdi við málskjúttarnar, Árna Frederiksberg og Hall Hansson, og við høvuðsvenjaran, Espen Haug. Menn eru nøgdir við hugburðin, og sannroyndina, at KÍ megnaði at venda 0-1 til 2-1 við 10 monnum móti 11, men seinna málið hjá HJK var ein strika í rokningini. Menn hava tó góðar vónir til returdystin í Helsinki, ið verður leiktur á graslíki og í 17-18 hitastigum.