Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Marcus og Rasmus á U17- landsliðið

Marcus Johansen og Rasmus Helgason eru úttiknir til U17-landsliðið

Marcus Johansen og Rasmus Helgason eru úttiknir til U17-landsliðið, sum fer til Spania á venjingarlegu sum fyrireiking til EM-undankappingina, sum verður í oktober.

Tað skrivar 07 Vestur á sínum Facebook vanga og halda fram.

Hetta er ikki fyrstu ferð at teir báðir eru úttiknir, so hetta boðar frá góðari gongd. Eisini er vert at leggja til merkis, at 07 Vestur eigur málmenn á U17, U19 og U21 landsliðunum sum gevur ábending um gott arbeiði á málmansfrontinum. Tilukku, tit báðir!