Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Hálvfinalan um løgmanssteypið: Víkingur-HB beinleiðis á FM1 aftaná tíðindasendingina klokkan 17

Frásøgumaðurin, Rúni á Reynatrøð fer saman við viðmerkjaranum, Per D. Jacobsen at siga beinleiðis frá seinnu hálvfinaluni í kappingini um løgmanssteypið millum Víking og HB, ið byrjar í Sarpugerði í Norðragøtu klokkan 17.30. HB vann fyrru hálvfinaluna 1-0, og hevur tí ein lítlan fyrimun undan dagsins dysti. FM1 sendir beinleiðis úr Sarpugerði tá tíðindasendingin hjá Árna Gregersen klokkan 17 er liðug. Tað verður umleið klokkan 17.15. Knút B. Johannessen verður viðmerkjari til dystin undir Mýruhjalla á Skála millum Skála og ÍF, ið byrjar klokkan 18.30.