Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Hoyr Sølva Vatnhamar og tríggjar fegnar HB-arar seta orð á ársins dyst: Víkingur-HB 3-4 (1-2)

Hoyr frásøgumannin, Rúna á Reynatrøð og viðmerkjaran, Per Dávidsson Jacobsen siga frá teimum sjey málunum í ársins dysti, seinnu hálvfinaluni í Sarpugerði, ið HB vann 4-3 og harvið samanlagt 5-3 á Víkingi. Hoyr Per taka samanum ein rimmar dyst, og hoyr Sølva Vatnhamar hjá Víkingi, og Viljorm í Heiðunum Davidsen, Leiv Fossdal Guttesen og høvuðsvenjaran, Adolfo Sormani hjá HB seta orð á dystin. Sølvi slær fast, at nú verður farið eftir FM, meðan tey trý umboðini hjá HB fegnast um møguleikin er enn til staðar at vinna greipuna.

Nýggj mynd: Rúni á Reynatrøð.

Adolfo Sormani – HB