Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Skráin fyri Norð Festivalin kunngjørd.

31. aug. verður Viðareiði karmur um ársins Norð Festival.

Fólkakæri danski bólkurin TV-2 verður millum høvuðsnøvnini í ár, og fara teir á pall kl. 20.00. Annars sæst úr skránni, at talan verður um tríggjar pallar. Dagurin byrjar longu kl. 10.00 við ókeypis morgunmati fyri øllum gestunum, áðrenn Steintór og Rakul Ró kl. 11.15 fara syngja Kular Røtur fyri børnunum og øllum barnsligum sálum í stóra tjaldinum. Spælilandið letur upp kl. 12.00, eins og viðingar aftur í ár fletta eina kúgv kl. 12.30. Hotel Norð bjóðar sum vant eina vælsmakkandi buffét frá kl. 14.00.

Talan er um ein langan og fjølbroyttan tónleikadag, tí kl. 15.00 spæla Rut & Mikkjal á hugnaligu terassuni, og tann seinasta konsertin verður við Grandma´s Basement á stóra palli kl. 03.00. Talan er um heili 15 ymiskar tónleikaframførslur ígjøgnum dagin.

Fyriskipararnir siga í skrivi, at í ár verður tjóvstartað eitt sindur fyrr, tí longu kl. 20.00 fríggjakvøldið 30. aug. verður hugnaløta og felagssangur við Jóanis Erik Køtlum, Jóannes hjá Rosu, og Eyðun á Lakjuni á Hotel Norð fyri festivalgestum, umframt at Bjarki Hansen fer at spæla nøkur løg, so øll skulu vera hjartaliga vælkomin norð longu fríggjakvøldið, har møguleiki eisini verður at fáa armbandið á. Niðanfyri ber til at síggja skránna til ársins Norð Festival, sum verður hildin 31. aug.

Stóri Pallur:

18.00: Jens Marni Hansen

20.00: TV-2

22.30: Týr

00.00: Eyðun, Terji og Kim

02.00 Vágaverk

03.00 Grandma´s Basement

Tjaldið:

11.30: Rakul Ró og Steintór syngja Kular Røtur

16.30: Brandar

19.00: Ester Skála

21.30: Karl Martin Samulsen

Les eisini...  Samrøða: Enn ein nýggjur festivalur sær dagsins ljós

01.00: Signar í Homrum v/bolki

Terassan:

15.00: Rut & Mikkjal

15.45: Maria R. á Heygum

17.15: Døgg Nónsgjógv

Skráin 2024 Norð Festivalur