Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Klaksvíkar Ítróttarfelag 120 ár

Á bartalsmessu, mikudagin tann 24. august 1904 kl. 17.30, varð Klaksvíkar Ítróttarfelag sett á stovn, men ferð kom ikki á fótbóltsspælið, fyrr enn tveir danskir læknar við drúgvum royndum frá fótbóltsspælinum tóku við sum økislæknar fyri Norðoyggjar.

Soleiðis skrivar John Reid Bjartalíð í 50 ára minnisrit Klakksvíkar Ítróttarfelags: “Ár 1904 tann 24. august kl. 5½ seinrapartin á degi var tað, at nakrir menn hittust á fundi á skrivstovuni í handlinum á Biskupsstøð. Fundarevni var: at stovna eitt ítróttarfelag í Klakksvík. Hetta fingu teir væl í lag, sum gerðabókin so gjølla greiðir frá. Felagið fekk navnið: Idrætsclubben i Klaksvig. Síðani var ein trímannanevnd vald, ið skuldi stjørna felagnum. Í hana vórðu valdir: Harald á Trappuni, Ole Biskopstø og Urbanus Frederik Joensen. Til formann felagsins varð Haraldur valdur. Umframt ymiskt, ið var havt á munni, álegði stovningarfundurin nevndini sum skjótast at gera virkisreglur fyri felagið. Víðari var tað álagt nevndini at skipa so fyri, at felagið í framtíðini fekk rætt til at nýta tennisvøllin og vaksa um tað ”projekteraða” økið. Skilligt, so hava menn fingist við tennisspæl, áðrenn felagið varð íbirt.”

Høvuðsítrótturin var tennis

Júst tennis var høvuðsorsøkin til stovningarfundin. Teir, sum kallaðu saman til stovningarfund, vóru brøðurnir O. F. Joensen (Óli í Skúla), Jógvan Waagstein og Urbanus Joensen.

Fyrstu árini fæst felagið mest við tennis, krokk og frælsan ítrótt. Ferð kom ikki á fótbóltsspælið, fyrr enn tveir danskir læknar við drúgvum royndum frá fótbóltsspælinum tóku við sum økislæknar fyri Norðoyggjar. Hin fyrri var málmaðurin Kaj Jensen (seinni Ingbøl), sum hevði vunnið danska meistaraheitið í 1898-99 við Akademisk Boldklub (AB) og hin seinni var Hjalmar Heerup, sum hevði vunnið óalmenna OL-heitið við danska landsliðnum í 1906. Teir virkaðu sum læknar frá 1907 í Klaksvík og fram til fyrra heimsbardaga.

Fótbóltsspælið á breddan í Klaksvík

Les eisini...  Ungur klaksvíkingur skal venja AaB

Í 1909 kemur tankin um fótbóltsvøll fram. Lendið fekk felagið frá øðrum Uppsalabóndanum, nevniliga Dánjal Jacob Michelsen, sum var sinnaður at lata felagnum økið í 20 ár fyri 20 kr. um árið.

Felagið heitti á Jógvan Rasmussen í Grótinum, og bað hann um at gera so væl at útarbeiða eina kostnaðarætlan yvir tað lendið, ið felagið hevði fingið játtan um, og sum skuldi nýtast til fótbóltsleikvøll. Úrslitið, sum Jógvan Rasmussen kom til, var kr. 892.

Maðurin, ið átók sær hesa tungføru uppgávu, var kempan Jógvan Joensen, bóndi í Gerðum, vanliga nevndur Gardar. Tað var álagt Jógvani at bera tað so í bandi við arbeiðnum, at spælt kundi verða á leikvøllinum aftur móti sumri. Og hetta eydnaðist.

Fyrsti dysturin hjá KÍ

16. juli 1911 er fótbóltsdystur í Gundadali millum 2. lið hjá HB og 1. Lið hjá KÍ. HB vinnur 5-0. So gott sum allir klaksvíkingarnir eru nýbyrjaðir at spæla bólt og var tað tí frammanundan givið, at teir ikki kundu kappast við havnarmenn, sum hava vant og spælt í fleiri ár, men ítróttaranda teirra bilaði einki. Árið fyri hevði HB skipað fyri ferð til Bergens við einum úrvaldum føroyskum liði.

KÍ-liðið: Kristian Olsen, Karl Joensen (Karl í Norðurstovu), Hans Waag, Mourits Winther, Kaj Jensen (frá 1914 Ingbøl), (Sterki) Jákup Joensen, Sofus (bakarin) Larsen, Hálvdan Christiansen (leirvíkingur), Einar Waag, Richard Joensen og Urbanus Joensen. Tvey sett av brøðrum: Hans og Einar Waag úr Tunghúsinum í Vági; Richard og Jákup Joensen úr Gerðum.

Kaj Jensen noyddist í mál, tí hann fekk ein skaða.

Les eisini...  Hvørji klæðir skal eg hava við um eg ferðist til Japan?

KÍ tapti eisini næsta dystin

KÍ mátti aftur lúta í næsta dystinum ímóti HB tann 9. juni 1912 í Gundadali. Hóast HB manglaði besta leikaran, so vann HB 2-0, tá Jógvan Rasmussen og Thomas Juel Mortensen skoraðu málini.

KÍ-liðið: Kristian Olsen, Karl Joensen, Hans Waag, Jákup (Jakku-post) Vitalis, Hjalmar Heerup, Jákup Joensen, Sofus Larsen, Hálvdan Christiansen, Einar Waag, Richard Joensen og Martin Gregersen. Tvey sett av brøðrum: Hans og Einar; Richard og Jákup.

Bragdaði longu í triðja dysti

18. august 1912 er stórhending í Klaksvík. KÍ skal leika sín fyrsta fótbóltsdyst í Klaksvík. Men nú gekk betri, og undirstrikaði KÍ – sum so mangan seinni – týdningin av heimavølli tí KÍ kláraði 3-3 javnleik ímóti HB.

KÍ-liðið: Niclas Niclasen, Karl Joensen, Hans Waag, Jákup Jacobsen, Richard Joensen, John Joensen, Sofus Larsen, Hálvdan Christiansen, Einar Waag, Hjalmar Heerup og Jákup Joensen. Tvey sett av brøðrum: Hans og Einar; Richard og Jákup. Urbanus Joensen var sjúkur og doyði stutt eftir.

Javnleikurin í Havn sendi sjokkbylgjur runt Føroyar og Tingakrossur frá 21. August 1912 er eirindaleysur: “Sikre paa en glimrende Sejr tog vor bys Kæledægger aftsted, de havde jo saa ofte før sejret over Klaksvig, saa i Dag blev det selvfølgelig Børneleg for dem at vinde 10 Maal eller mere. Men vore kære, selvsikre – maaske lidt overmodige – Thorshavnere burde klæde sig i Sæk og Aske efter udfaldet af Kampen i Klaksvig. – De nærmere Enkeltheder ved Kampen kender vi ikke, men Resultatet kender vi dærværre og det var sørgeligt, nemlig 3 Maal mod 3. – At Tveraa sejrede havde man forudset, men at nu ogsaa Klaksvig – som man godt kan sige – har sejret over Thorshvan det er mildest talt en Skam for Havnar bóltfelag, der dog skulde haft de bedste Betingelser for at være Nr. 1, med den gode Plæne og de mange Mennesker at vælge imellem. Nu staar altsaa Havnar bóltfelag som Nr. 3 i Rækken og forhaabentlig holder den saa meget paa Stumperne, at den ikke faar sit nuværende stolte Nummer ombyttet med et større Tal.”

Sniolvur Jacobsen tók táttin upp

Eftir fyrra heimsbardaga tykist fótbóltsspælið í Norðoyggjum aftur at vera fyri bakkasti, til Sniolvur Jacobsen vendi aftur til heimbygdina og legði landsmonnunum lag á síðst í 1920-árunum. Sniolvur hevði eisini spælt á hægsta fótbóltsstigi í Danmark við bóltfelagnum KFUM Keypmannahavn í meistaradeildini og skoraði fyrsta landsliðsmálið hjá Føroyum nakrantíð ímóti Hetlandi tann 9. juni 1930.

Les eisini...  Sjónleikurin "Tá kríggið er liðugt"

Gongd kom ikki á aftur fótbóltsspælið í Klaksvík fyrr enn í 1927, tá kendi fótbóltsleikarin Sniolvur Jacobsen kom upp úr Danmark og fór at fáa bóltspælið aftur á føtur. Hetta árið fær KÍ fyrstu fótbóltssigrar sínar – tveir vóru ímóti HB (tveir dystir í Klaksvík).

Árið eftir bar ítróttaligar stórhendingar. Í Gundadali vann KÍ fyrsta útisigurin – 1-0 á HB og 1. juli helt felagið á fyrsta sinni til Tvøroyrar, har TB vann við 4-0. Tríggjar vikur seinni gestaði TB Klaksvíkina á fyrsta sinni og vann KÍ tá 5-4.

KÍ var nú brynjað til at bjóða teimum bestu upp til dans. Til lukku við teimum fyrstu 120-árunum Klaksvíkar Ítróttarfelag.