Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Endurhoyr hoyr yvirtíðardrama´ið KÍ-EB/Streymur 2-1

Hoyr frásøgumannin hjá FM, Trygva Absalonsen og viðmerkjaran, Eli Simonsen siga frá málunum og drama´inum í yvirtíðini, tá KÍ við níggju monnum móti 11 vann 2-1 á EB/Streymi í Klaksvík. EB/Streymur fekk sera óheppið kolldømt eitt sigursmál til 2-1, og løtu seinni var brotsspark til KÍ sum vann 2-1. Hoyr Eli taka samanum dystin. Eli staðfestir, at tað ber ongantíð til at avskriva KÍ. Hoyr eisini samrøðuna Trygvi gjørdi við dagsins liðskipara hjá KÍ, Jóannes Kalsø Danielsen sum slær fast, at teir í KÍ trúgva eisini upp á ein sigur, tá teir eru undirmannaðir. Hoyr eisini samrøðuna Trygvi gjørdi við ein vónbrotnan høvuðsvenjara hjá EB/Streymi, Sigfríður S. Clementsen sum heldur, at EB/Streymur átti at fingið brotsspark í eini líknandi støðu áðrenn brotssparkið til KÍ: – Hetta er ótrúliga beiskt. Staðfestir Sigfríður.

Nýggj mynd: Trygvi Absalonsen.