Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Framløgur um arbeiðsumhvørviskanning fríggjadagin 23. august.

Í samband við almannakunngerðing av frágreiðing um arbeiðsumhvørvi í Føroyum, sum er grundað á úrslitini frá umfatandi spurnakanning um arbeiðsumhvørvi, heilsu og trivnað hjá arbeiðstakarum í Føroyum, varð skipað fyri fakligum degi í Smæruni fríggjadagin 23. august. Vit høvdu bjóðað pørtunum á arbeiðsmarknaðinum, Umhvørvismálaráðnum, Arbeiðsumhvørvisráðnum, Arbeiðs-og Brunaeftirlitinum, Fróðskaparsetrinum, heilsuverkinum og øðrum viðkomandi luttakarum til fundar. Áhugin var stórur, tí Smæran var nærum fullsett. Skráin var hendan:

Pál Weihe, yvirlækni á Heilsugranskingareindini og Medisinsku deild á Landssjúkrahúsinum og professara á Fróðskaparsetrinum bjóðaði vælkomin og greiddi frá, hvussu kanningin, har allir føroyskir arbeiðstakarar fingu høvi at greiða frá sínum arbeiðsumhvøvi, kom í lag og varð framd.

Henriette Bjørn Nielsen, granskingarleiðari á det Nationale Forskningscenter for Arbejdsmiljø (NFA) greiddi frá granskingarvirksemi teirra, og hvussu teirra úrslit verða nýtt av pørtunum á abreiðsmarknaðinum og almennu myndguleikunum, tá lógir og kunngerðir um arbeiðsumhvørvisviðurskifti verða til.

Bo Netterstrøm, seniorgranskari og arbeiðmedisinari greiddi frá psykososialum arbeiðsumhørvi, við serligum atliti at strongd.

Annika Helgadóttir Davidsen, sálarfrøðingur og adjunktur á Fróðskaparsetrinum tosaði um psykososiala arbeiðsumhvørvið í Føroyum, við serligum atliti at ungum arbeiðstakarum. Framløgan var bæði grundað á spurnakanningina, men eisni eina kvalitativa kanning av royndunum hjá ungum arbeiðstakarum í Føroyum.

Rúni Bláfoss, phd og granskari á Nationale Forskningscenter for Arbejdsmiljø greiddi frá likamliga arbeiðsumhvørvinum í Føroyum og kom eisini við hugskotum til, hvussu likamsbyrðarnar kunnu avmarkast í framtíðini.

Thomas Clausen, phd og seniorgranskari á NFA, & Simone Vestergaard Christiansen, sálarfrøðingur og vísindaligt starvsfólk á NFA, samanbóru føroyska og danska psykososiala arbeiðsumhvørvið. Hetta var møguligt, tí vit hava brúkt somu spurningar, sum tey hava brúkt í teirra kanningum, sum byrjaðu í 2012 og eru endurtiknar annað hvørt ár síðani.

Les eisini...  Tíðindir á FM1 kl 12 mikudag

Aftaná framløgurnar var orðaskifti.

Pál Weihe endaði við at siga, at tilfarið verður goymt í Granskingareindini í sjúkrahúsverkinum, sum er komin í staðin fyri Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu, sum er niðurløgd. Tað er ætlanin, at øll, sum hava hug og førleikar at granska i hesum tilfari, kunnu fáa atgongd, verið tað seg granskarar, lesandi, myndugleikar ella partarnir á arbeiðsmarknaðinum. Pál nevndi eisini, at gott hevði verið, um vit kundu skipað fyri regluligari endurtøku av kanningini, t.d. 3. hvørt ár. Tað fara vit nú at kanna møguleikarnar fyri. Hendan kaningin varð fíggjað av Granskingarráðnum, Velliv Foreningen, Betri Stuðul og Fakfelagssamstarvinum.