Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Klæmint: Fjórða plássið er ikki í pottinum enn – Viljormur: Okkara mistøk kostaðu dýrt

Hoyr frásøgumannin, Trygva Absalonsen og viðmerkjaran, Jóan Paula Jacobsen siga frá teimum fimm málunum, ið vóru skotin í 3-2 sigrinum hjá NSÍ á HB við Løkin í Runavík. Hoyr Jóan Paula taka samanum dystin, og hoyr samrøðurnar Trygvi gjørdi við Klæmint A. Olsen hjá NSÍ og Viljorm Davidsen hjá HB. Klæmint er fegin um sigurin og hvussu NSÍ reisti seg aftaná lúsingin móti 07 Vestur. Hann slær tó fast, at fjórða plássið er langt frá í pottinum enn. Viljormur staðfestir, at mistøkini hjá HB kostaðu dýrt í kvøld.