Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Loyndarmálið aftan fyri langt og lukkuligt lív

Hann er heimsins elsti maður og var føddur sama ár, sum Titanic sakk.

John Tinniswood var føddur í Liverpool tann 26. august 1912 og í apríl mánaða gjørdist hann heimsins elsti núlivandi maður. Hann er sostatt føddur sama ár, sum Titanic sakk í Atlantshavinum ávegis til USA.

Í dag býr John Tinniswood á einum eldrabústaði í Stockport og tá hann verður spurdur um, hvussu tað kennist at fylla 112 ár, so svarar hann heilt einfalt: “Tað ger ongan mun. Eg kenni meg ikki so gamlan. Tað fær meg ikki upp úr stólinum. Tað er kanska júst tí, at eg eri vorðin so gamalur. Tað er bert eitt fet á leiðini sum alt annað.”

“Eg haldi ikki, at eg havi nakra loyniliga uppskrift. Eg var virkin í mínum ungu døgum. Eg gekk nógv, men eg haldi ikki, at eg eri annarleiðis. Ikki annnarleiðis upp á nakran sum helst máta.” Og víðari sigur hann: “Eg eri kanska bert heppin.” Burtursæð frá, at hann etur fisk og kips hvønn fríggjadag, so etur hann sum øll onnur.

Hann møtti konuni, Blodwen, undir einum dansi í Liverpool og tey fingu 44 ár saman, áðrenn hon doyði í 1986.

John Alfred Tinniswood er gløðandi Liverpool-fjeppari og hann hevur upplivað 17 av 19 meistaraheitum hjá Liverpool FC umframt teir átta FA Cup sigrarnar hjá felagnum, og tað er eisini ein haldgóð orsøk til eitt langt og lukkuligt lív.