Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Nú hendir nakað

Ein gerðarættur skal taka støðu til um Danmark kann hava meira enn ein limaskap í WTO.

Aksel V. Johannesen, løgmaður, og Mette Frederiksen, danskur forsætiráðharri, samdust á fundi í dag um, at ein gerðarættur skal taka avgerð um Føroyar ríkisrættarrliga kann fáa sjálvstøðugan limaskap í WTO.

Sjálvt um danska skipanin kanska heldur, at hetta eigur at ber til, so heldur danska embætisverkið fast um, at hetta ikki letur so gera.

Tað er orsøkin til at grein seks í grundlógini verður brúkt til at seta gerðarætin.

-Bæði eg og danski forsætisráðharrin halda, at hetta skal til, fyri at fáa eina loysn á málinum, sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður.

Hoyr samrøðu við løgmann her: