Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Poul Kallsberg: Víkingur vinnur uppiborið 4-1 – Magne Hoseth: Vánaligasta avrikið í mínari tíð í B36

Hoyr frásøgumannin, Rúna á Reynatrøð siga frá teimum fimm málunum, ið vóru skotin í 4-1 sigrinum hjá Víkingi á B36 á ovara vølli í Gundadali. Hoyr eisini samrøðurnar Rúni gjørdi við ein vónbrotnan høvuðsvenjara hjá B36, Magne Hoseth sum staðfestir vánaligasta avrikið í hansara tíð sum venjari hjá B36, og samrøðuna Rúni gjørdi við 2-0 málskjúttan hjá Víkingi, Poul Kallsberg sum heldur, at Víkingur vinnur uppiborið 4-1 á B36 í kvøld.

Mynd: Rúni á Reynatrøð.