Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Stórur tørvur á útlendskari arbeiðsmegi

Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur spurt 100 fyritøkur um teirra starvsfólkatørv í løtuni og hvat tey vænta at hava brúk fyri um fimm ár.

Fyritøkurnar halda, at brík er fyri eini 700-800 útlendingum komandi fimm árini, skal starvsfólkatørvurin nøktast.

Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur fyrrapartin lagt fram úrslitini í stóru spurnarkanningini um starvsfólkatørvin í privatu vinnuni.

Høvuðsniðurstøðurnar í spurnarkanningini eru:

  • Privata vinnan hevur ein umfatandi starvsfólkatørv
  • Tað er gravgangur eftir yrkislærdum
  • Útlendsk starvsfólk hava stóran týdning fyri privatu vinnuna
  • Útbúgvingarøkið er ein avgerandi liður at tryggja røttu førleikarnar
  • Stórur tørvur á fólkum við KT-førleikum


100 fyritøkur vórðu spurdar um teirra starvsfólkatørv í løtuni og hvat tey vænta at hava brúk fyri um fimm ár.

Høvuðsendamálið við spurnarkanningini var at fáa neyvari at vita, hvør ítøkiligi tørvurin hjá privatu vinnuni er. Í kanningini varð millum annað spurt um tørvin í teimum ymisku vinnugreinunum og hvat slag av førleikum, sum tørvur er á. Allar fyritøkurnar vórðu eisini spurdar um, hvørji átøk eru skilabest at gera fyri at fáa fatur á røttu starvsfólkunum.

Í løtuni eru sjey prosent av arbeiðsstyrkini útlendingar, meðan sama tal í Danmark er 13 prosent og í Íslandi er tað yvir20 prosent útlrendingar.

Spurdu fyritøkurnar virka í ymiskum vinnugreinum, eisini eru tær ymiskar í stødd og eru staðsettar kring alt landið. Fyritøkurnar í kanningini umboða umleið 9.100 ársverk í privatu vinnuni.