Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur spurt 100 fyritøkur um teirra starvsfólkatørv í løtuni og hvat tey vænta at hava brúk fyri um fimm ár.
Fyritøkurnar halda, at brík er fyri eini 700-800 útlendingum komandi fimm árini, skal starvsfólkatørvurin nøktast.
Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur fyrrapartin lagt fram úrslitini í stóru spurnarkanningini um starvsfólkatørvin í privatu vinnuni.
Høvuðsniðurstøðurnar í spurnarkanningini eru:
- Privata vinnan hevur ein umfatandi starvsfólkatørv
- Tað er gravgangur eftir yrkislærdum
- Útlendsk starvsfólk hava stóran týdning fyri privatu vinnuna
- Útbúgvingarøkið er ein avgerandi liður at tryggja røttu førleikarnar
- Stórur tørvur á fólkum við KT-førleikum
100 fyritøkur vórðu spurdar um teirra starvsfólkatørv í løtuni og hvat tey vænta at hava brúk fyri um fimm ár.
Høvuðsendamálið við spurnarkanningini var at fáa neyvari at vita, hvør ítøkiligi tørvurin hjá privatu vinnuni er. Í kanningini varð millum annað spurt um tørvin í teimum ymisku vinnugreinunum og hvat slag av førleikum, sum tørvur er á. Allar fyritøkurnar vórðu eisini spurdar um, hvørji átøk eru skilabest at gera fyri at fáa fatur á røttu starvsfólkunum.
Í løtuni eru sjey prosent av arbeiðsstyrkini útlendingar, meðan sama tal í Danmark er 13 prosent og í Íslandi er tað yvir20 prosent útlrendingar.
Spurdu fyritøkurnar virka í ymiskum vinnugreinum, eisini eru tær ymiskar í stødd og eru staðsettar kring alt landið. Fyritøkurnar í kanningini umboða umleið 9.100 ársverk í privatu vinnuni.