Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

22 nýggj ítróttafeløg uppá tvey ár

Føroyskur ítróttur er í rúkandi menning. Skrivar ÍSF í tíðindabrævi.

Føroyskur ítróttur er í rúkandi menning. Tað staðfestir ÍSF, nú tey eru liðug at skráseta øll ítróttafeløg í landinum. Talið er vaksið við 22 feløgum seinastu tvey árini.

– Tað er sera gleðiligt, at vit hava so nógv, góð fólk kring alt landið, sum taka stig til at skipa ítrótt fyri øll, staðfestir Elin H. Joensen, forseti í ÍSF, nú rúgvismikla virksemið innan ítrótt er staðfest.

– Vit síggja, at virksemið allatíðina økist og tilboðini verða fleiri. Og tað sigur seg sjálvt, at jú fleiri feløg eru, jú størri møguleika hava vit at fáa øll við. Tað vilja vit, tí vit vita, at góðir og væl skipaðir felagsskapir halda børnum og ungum frá øðrum leiðum, sum vit ikki vilja hava tey at fara, vísir Elin H. Joensen á.

Hartil koma heilsuligu og sosialu fyrimunirnir við at vera í einum ítróttafelagi.

Tilsamans eru nú skrásett 164 ítróttafeløg innan 26 ymsar ítróttagreinar. Eisini eru tvey nýggj menningarsambond stovnað – tey eru Klintring og Pool.

Um fólk vilja vita meiri um, hvørji tilboð eru í Føroyum, ber til at lesa meiri á heimasíðuni hjá ÍSF. Har eru upplýsingar um øll feløg og allar ítróttagreinar, sum eru limir í sambondnum undir ÍSF, og til ber at leita bæði eftir ítróttagrein og eftir øki.

Les meira á: https://isf.fo/felog-i-foroyum/