Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Jógvan og Mattias í B36 Varpinum

Í B36 Varpinum í dag kl 16, vitjaðu Jógvan Gullfoss og Mattias Hellisdal.

Í B36 Varpinum í dag kl 16, vitjaðu Jógvan Gullfoss og Mattias Hellisdal. Teir báðir eru tveir av okkara egnu, sum antin hava tikið – ella eru í holt við at taka – tað stóra fetið frá ungdómsfótbólti inn á tað besta liðið hjá B36.

Tosa var eitt sindur um, hvussu tað er at vera ungur spælari í B36. Um hvat tað er, sum ger tað stuttligt at spæla fótbólt. Og um nakrar av teimum upplivingum teir báðir longu hava havt á fótbóltsleiðini.

B36 Varpið er at hoyra hósdag kl 16 á FM1. Sendingin verður endursend hóskvøld kl 23 og sunnudag kl 13. Hon liggur eisini sum poddvarp á FM1.fo.

B36 Varpið er stuðlað av Faroe Ship og Mouritsen’s Bussum.