Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Finnur Justinussen fegnast um at vera níggju stig frammanfyri nummar tvey

Hoyr frásøgumannin, Rúna á Reynatrøð og viðmerkjaran, Gert Hansen siga frá teimum trimum málunum Víkingur skoraði í 3-0 sigrinum á NSÍ í Sarpugerði. Hoyr Gert stutt taka samanum ein uppibornan sigur, og hoyr samrøðurnar Rúni gjørdi við Finnur Justinussen hjá Víkingi, ið fegnast um at vera níggju stig frammanfyri nummar tvey, men minnir á, at teir í Víkingi taka ein dyst í senn. Hoyr eisini samrøðuna Rúni gjørdi við Petur Knudsen hjá NSÍ, ið heldur, at helst vann Víkingur uppiborið, men hann er ikki nøgdur við tað sum hendi í samband við 1-0 málið hjá Víkingi, har hann metti NSÍ átti fríspark.

Nýggj mynd: Rúni á Reynatrøð.