Hagtøl frá Akstovuni vátta nú tað sum bilahandlarar í eina tíð hava gramt seg um, nevniliga at sølan av nýggjum bilum í Føroyum er mestsum heilt steðgað upp.
Sambært Akstovuna vórðu ikki fleiri enn 818 persónbilar seldir teir fyrstu átta mánaðirnar í ár, í mun til 1.185 persónbilar undir tíðarskeiðnum januar-august 2023. Í august í ár vórðu einans 54 persónbilar seldir, sammett við 190 sama mánað í fjør.
Fyri allar bilar – persónbilar, lastbilar, bussar, viðfestisvognar o.a. – fall sølan góð 27 prosent, skrivar Akstovan.
Tá tað kemur til skráseting av brúktum bilum síggja tølini fyri persónbilar í august í ár heldur ikki lovandi út: tilsamans einans 7, ímóti 20 í august 2023. Tann samlaða sølan av øllum brúktum bilum fyri tíðarskeiðið januar-august 2024 var tó heldur hægri enn árið fyri, nevniliga 280, í mun til 164.