Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Oddbjørg Højgaard er nýggj­ur stjóri á Rúsuni

Oddbjørg Højgaard er sett í starv sum nýggjur stjóri fyri Rúsdrekkasølu Landsins, boðar Løgmálaráðið frá.

“Oddbjørg hevur drúgvar royndir innan leiðslu og rakstur og eisini innan lýsingar, sølu og tænastur,” verður sagt. “Millum annað stovnaði og rak hon Dekostovuna í 15 ár og var stjóri á Hotel Hafnia í 8 ár. Oddbjørg kemur úr einum starvi sum stjóri á Gjáargarði.”

Oddbjørg Højgaard tekur við starvinum 1. desember 2024.