Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Oljunýtslan minkar men oljan er framvegis nógv størsta orkukelda

Umhvørvisstovan roknar við at oljunýtslan til el og hita verður minni í ár enn í fjør, men framvegis er oljan okkara nógv størsta orkukelda. Innflutningurin av olju lá í 2023 oman fyri 300.000 tons.

Hetta framgongur av tí árligu uppgerðini frá Umhvørvisstovuni, sum skal vísa gongdina á orkuøkinum fyri farna ár. Uppgerðin byggir á hagtøl ið verða heintað frá “oljufeløgunum, SEV, brennistøðunum, Fjarhitafelagnum og øðrum aktørum.”

Hagtølini verða so viðgjørd og sett í eina samlaða mynd, nevnd Orkurenslið, ið samanfatar orkuviðurskiftini.

– Væntast kann at oljunýtslan til elframleiðslu og hitaframleiðslu fer at vera minni í 2024 enn í 2023, skrivar Umhvørvisstovan.

Orkurenslið fyri 2023, tað er tann samlaða orkunøgdin frá øllum orkukeldum sum er neyðug til alt orkukrevjandi virksemi í Føroyum, er sambært Umhvørvisstovuna 3925 GWh.

– Sum sæst, er olja framvegis nógv tann størsta orkukeldan, 89 prosent av øllum, leggur Umhvørvisstovan afturat.

– Í 2023 var samlaða oljunýtslan 302.400 tons. Hetta eru 7.000 tons meir enn í 2022, men 11.000 tons minni enn í 2021, sum var tað árið tá higartil mesta oljan varð brúkt í Føroyum.