Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Vága Floghavn: Gera klárt at projektera nýggjan terminal

Vága Floghavn ger í løtuni klárt til at bjóða út tað ráðgevandi arbeiðið í sambandi við byggingina av nýggjum terminalbygningi, ein verkætlan sum fyribils er mett til umleið 600 milliónir kr.

“Vit fara nú í næstum at bjóða út ráðgevingar uppgávuna til verkætlanina við terminalinum,” sigur Regin I. Jakobsen, stjóri á Vága Floghavn.

“Vit hava gjørt avtalu við ein ráðgeva um at gera útbjóðingartilfarið klárt. Hetta fevnir eisini um eina prekvalifikatión av ráðgevatoymum.”

Sambært stjóran roknar Vága Floghavn við at at fáa inn ítøkilig uppskot út móti sumri komandi ár um hvussu terminalbygningurin skal síggja út og hvat tað fer at kosta at byggja hann.

Umframt nýggjan terminal umfata útbyggingarnar í floghavnini m.a. nýggjar hangarar og nýtt parkeringspláss. Tilsamans er talan um mong ymisk arbeiði, og onkur av hesum eru komin langt, har ímillum útgrevstur og planering til nýggjar hangarar og til meir parkeringspláss fyri bilar.

Sum skilst væntar Vága Floghavn at fíggja komandi útbyggingar umvegis Íleggingargrunnin fyri Føroyar og lán úr peningastovnum.

Sambært úttalilsi frá Aksel Johannesen løgmanni er avtalað við donsku stjórnina at Íleggingargrunnurin kemur á føroyskar hendur frá og við 1. januar 2025 og at fæið í grunninum – tilsamans umleið 700 mió. kr. – verður býtt helvt um helvt millum floghavnina og Suðuroyartunnilin.