Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

B36 Varpið: Kvinnur vunnu Føroya fyrsta FM

Í ár eru ikki minni enn 40 ár liðin, síðan B36 Kvinnur vunnu tað fyrsta (óalmenna) FM í kvinnufótbólti. Árið eftir endurtóku tær bragdið, og vunnu FM aftaná at hava vunnið allar dystirnar í kappingarárinum.

Í B36 Varpinum í dag gjørdu vit eitt afturhvarv til pionertíðina og tey fyrstu árini í føroyskum kvinnufótbólti, har B36 var nógv tað besta liðið. Gestir vóru Marjun Jógvansdóttir (liðskipari) og Maria G. Hansen, sum báðar vóru við heilt frá byrjanini.

B36 Varpið er at hoyra hósdag kl 16 á FM1. Sendingin verður endursend hóskvøld kl 23 og sunnudag kl 13. Hon liggur eisini sum poddvarp á FM1.fo.

B36 Varpið er stuðlað av Faroe Ship og Mouritsen’s Bussum.