Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Fyrrverandi løgmaður undrast yvir manglandi boð upp á fíggjarpolitikk

Jóannes Eidesgaard, fyrrverandi løgmaður, segði í live útvarpi ígjár at landsstýrið manglar ítøkilig boð upp á fíggjarpolitikk.

“Eg haldi tað er for vánaligt at tá man bjóðar seg fram til at vera landsstýrisfólk í fíggjarmálum at man ikki hevur eitt BOÐ upp á nøkur ting,” segði Jóannes Eidesgaard m.a. við Árna Gregersen í sendingini Stjórnin á FM1.

Sendingin viðgjørdi Heystfrágreiðingina frá Búskaparráðnum, har útlitini fyri fíggjarlógina síggja heldur døpur út.

Árni Gregersen spurdi tann fyrrverandi politikaran:

Er hetta sum Búskaparráðið kemur við í Heystfrágreiðingini, er hetta øðrvísi enn hvat tú hevði roknað við?

Jóannes Eidesgaard:

Nei, eg hevði faktiskt roknað við øllum tí sum sagt varð, haldi eg. Fyri so vítt var tað ein endurtøka av tí sum Búskaparráðið áður hevur sagt. Og tað er væl skilligt, tí støðan er effinet tann sama hon hevur verið nú tey seinnu árini – at man hevur staðfest at sjálvt við øgiliga góðum tíðum, við nógvum aktiviteti og búskaparvøkstri, so hava teir almennu kassarnir, also bæði land og kommunur, havt trupulleikar við at fáa tingini at hanga saman.

Nú sá eg eisini at landsstýriskonan í fíggjarmálum var í Degi og Viku mánakvøldið tá ið Búskaparráðið legði sína frágreiðing fram. Og har má eg siga tað at hon var til teljing.

Also eg havi sjáldan sæð ein ministara ella eina ráðfrúu vera so sperda sum hon var. Hon hevði tvey ting at bera fram. Tað var tað at man skuldi hækka pensiónsaldurin; tað er sjálvfylgiligt ein loysn upp á longri sikt; og síðan hetta at man skuldi lækka um rentustuðulin, sum kanska eisini er ein loysn upp á longri sikt.

Hon hevði einki boð uppá hvat man kundi gera her og nú fyri at bøta viðurskiftini, annað enn tað at hesar her somu 35 milliónirnar blivu nevndar umaftur og umaftur. Men 35 mió. er lítið tá man hevur eitt hall sum svingar upp móti einari hálvari milliard. Tað er sum so… ger ongan mun.

Eg føldi akkurát sum at tað var eitt sovorðið máttloysi yvir henni eisini, at hon ikki sum landsstýrisfólk ikki hevði boð upp á ein politikk. Hon fór faktiskt akkurát øvugt og tosaði um at, jamen krøvini frá tingfólkunum eru so methøg og øll vilja hava meira, og tað var ringt at finna undirtøku fyri teimum tiltøkum sum skuldu fremjast. Eg haldi ikki tað boðaði frá góðum.

So var løgmaður so [mikukvøldið] í Degi og Viku, og hann var so ikki til teljing, men hevði barrikadurnar uppi. Men hann hevði so nøkur ting sum hann førdi fram, og eg haldi tað er for vánaligt at tá man bjóðar seg fram til at vera landsstýrisfólk í fíggjarmálum at man ikki hevur eitt BOÐ upp á nøkur ting.

Eitt er tað at vinna undirtøku fyri tí, tað er eisini ein uppgáva fyri ein og hvønn ráðharra, tað er at fáa politisku skipanina at blíva sannførda um at tað sum eg komi við her, hetta er skilagott, og tí vilja vit taka undir við tí. Ruth Vang hevði ikki nakað boð upp á nakað sum helst uttan tað at hækka pensiónsaldurin og at lækka rentustuðulin.

Og longu í Breddanum morgunin eftir so fáa vit at vita frá samgongufólkum at hatta við rentustuðlinum kunnu vit gloyma alt um. Nú er bara pensiónsaldurin eftir, og tað er for lítið at hava sum boð upp á ein komandi fíggjarpolitikk tá man situr við ábyrgd mitt í einum valskeiði og tá ið umstøðurnar eru sum tær eru.

So tað boðar ikki frá góðum, og eg má siga akkurát sum er at … ja, eg eri rættiliga spentur uppá at síggja hvat tað er fyri ein fíggjarlóg sum kemur fram síðst í mánaðinum.