Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Plantasjan á Tvøroyri fyllir 100

Leygardagin verður hátíðarhald og hugnaløta í Plantasjuni í Trongisvági í sambandi við at Plantasjan fyllir 100 ár.

“Sjálvandi verður tað gjørt okkurt burturúr,” sigur Tvøroyrar kommuna í kunningarskrivi.

Á tiltakinum fer Kristin Michelsen borgarstjóri at bjóða vælkomin og Jóhann Mortensen, formaður í Skógfriðingarnevndini, fer at halda røðu.

Eisini verður skipað fyri rundferð í Plantasjuni, saman við Rakul Arnfríð Dam, landsskógarvørði. Samstundis er framsýning um viðarvøkstur og ymiskt barnaítriv á skránni. Møguleiki verður eisini at seta eitt træ niður.

Hartil verður felagssangur og harmonikutónleikur og pylsur verða grillaðar, lovar Tvøroyrar kommuna, og leggur afturat at kaffi verður at fáa og okkurt drekkandi til børnini.