Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Føroyar-Norðurmakedonia – frá leygardegnum klokkan 12 á FM1 (Dysturin byrjar klokkan 14)

Í samband við Nations League dystin Føroyar-Norðurmakedonia sendir FM1 frá leygardegnum klokkan 12. Klokkan 12 til 12.45 hoyra vit eina samrøðu Petur Asbjørn Lervig hevur gjørt við Jens Paula Rasmussen úr Havn, ið hevur fyritøku í Norðurmakedonia, og hevur tí eitt stórt innlit í viðurskiftini har. Klokkan 12.45 til 13.30 skipar Petur Asbjørn Lervig fyri einum fótbóltspaneli við Agnari Prestá frá Portalinum, okkara egna Rúna á Reynatrøð og Tróndi Arge frá Televarpinum/in.fo/Ellivu um landsliðsfótbólt. Eftir tað verður hitað upp til dystin. Klokkan 14 siga Trygvi Absalonsen og Heðin Askham frá dystinum millum Føroyar og Norðurmakedonia.

Tróndur Arge og Trygvi Absalonsen