Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Heðin og Elin stilla upp

Borgarstjórin í Havn, Heðin Mortensen, hevur nú gjørt av, at hann stillar upp, tá ið kommunuval verður 12.novembur.

Heðin Mortensen hevur á nýggjárinum sitið sum borgarstjóri í Tórszhavnar kommunu í 16 ár og tá hevur hann eisini sitið 52 ár í býráðnum. Sasman við honum stillar eisini dótturin, Elin Heðinsdóttir Joensen, upp fyri Javnaðarflokkin.

Í tíðindunum á middegi á FM1 segði sitandi borgarstjórin, at tað eru so nógvar verkætlanir í gongd, sum hann gegin vil fylgja til tær eru lidnar. Hann segði eisini, at hóast hann er komin til árs, so er hann væl fyri likamliga og annars.