Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Hjálparvenjarin harmast serliga fyrstu 35 minuttirnar av dystinum í Riga

Hoyr samrøðuna reportarin hjá FM1 í Riga, Rúni á Reynatrøð gjørdi við hjálparvenjaran hjá A-landsliðnum, Eli Hentze um 0-1 tapið fyri Lettlandi í Nations League dystinum á Skonto leikvøllinum í Riga. Eli heldur, at spælið fyrstu 35 minuttirnar var undir støði. Eisini harmast hann, at føroyska liðið ikki tók av sínum málmøguleikum, so okkara lið kundi fingið okkurt við sær úr Riga.

Mynd: Rúni á Reynatrøð.