Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Hoyr hvussu U21-landsliðið tapti 0-4 fyri Grikkalandi og hoyr hjálparvenjaran seta orð á dystin

Hoyr frásøgumannin hjá FM1, Trygva Absalonsen siga frá teimum fýra málunum føroyska U21-landsliðið fekk ímóti sær í EM-undankappingardystinum móti Grikkalandi á vøllinum við Djupumýru í Klaksvík. Hoyr eisini samrøðuna Trygvi gjørdi við hjálparvenjaran, Atla Gregersen sum staðfestir at føroyska liðið var væl undir tí støðinum sum krevst til slíkar dystir.