Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Liðskiparin: Vit áttu fríspark áðrenn Lettland skoraði sigursmálið

Hoyr samrøðuna reportarin hjá FM1 í Riga, Rúni á Reynatrøð gjørdi við liðskiparan, Viljorm Davidsen aftaná 0-1 tapið hjá A-landsliðnum fyri Lettlandi á Skonto leikvøllinum í Riga. Viljormur er púrasta sannførdur um, at málið hjá Lettlandi skuldi ikki verið góðkent, tí Føroyar áttu fríspark áðrenn tá lettlendskur spælari tók bóltin við hondini.

Mynd: Rúni á Reynatrøð.