Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Helt landsliðssteðg á 38 ár og 17 dagar

Tað er ikki óvanligt, at fyrrverandi landsliðsvenjarar verða settir aftur, men at gongur væl meira enn ein triðingsøld ímillum er óhoyrt.

Mario Zagallo stjórnaði Brazil 6. juli 1974, har Brazil tapti 0-1 fyri Póllandi og helt síðani ein landsliðssteðg á 20 ár og 170 dagar, áðrenn hann aftur stjórnaði Brazil 23. desember 1994 ímóti Jugoslavia (2-0).

Fríggjadagin í farnu viku tók rumenski Mircea Lucescu metið. Hann segði í fyrra umfari landsliðnum farvæl 20. august 1986, tá Rumenia og Noreg deildu stigini í einum 2-2 javnleiki. 6. september 2024 vann Rumenia 3-0 á Kosovo og tá stóð 79 ára gamli Mircea Lucescu aftur við róðrið. Situr hann alt stjórnarskeiðið, so verður hann 81 ár og elsti landsliðsvenjari nakrantíð.

Elsti landsliðsvenjarin nakrantíð er uruguaynski Roque Máspoli, sum gjørdist 80 ár, 1 mánaða og 4 dagar gamalur tann 16. november 1997, tá Uruguay vann 5-3 á Ecuador.

Hinvegin er tað nærum 58 ár síðani, at Mircea Lucescu fyrstu ferð spældi á landsliðnum. Tann 2. november 1966 spældi hann sum 2. deildarleikari í 4-2 sigrinum á Sveits og síðani var hann liðskipari undir HM 1970.