Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Samskip duplar bingjuflutning í Føroyum upp á fýra ár

Samskip hevur umleið tvífaldað sítt virksemi í Føroyum síðan 2020 tá felagið flutti høvuðssæti úr Kollafirði til Saltangará, upplýsir Sjúrður Johansen, stjóri í felagnum.

Flutnings- og logistikkveitarin fokuserar í Føroyum burturav á bingjuflutning til import og export, og tað er serliga útflutningurin av fiskavørum sum umboðar vøksturin í virkseminum hjá felagnum, segði stjórin í samrøðu við FM1.

Samskip arbeiðir í løtuni við at vaksa um sítt 14.000 fermetrar stóra bingjuøki, soleiðis at felagið kemur at hava umleið 25.000 m2 til bingjurnar.

Flytingin úr Tórshavnar Havn til Runavíkar Havn hevur sum skilst givið Samskip betri atgongd til fiskaútflytarar í Eysturoynni og Norðoyggjum.

“Vit eru væl nøgd við samstarvið við Runavíkar Havn,” segði Sjúrður Johansen. “Her fáa vit betur tænt fiskaídnaðinum í Runavík, á Glyvrum, í Fuglafirði og í Klaksvík, so tað er fyri okkum ein fyrimunur fram um Kollafjørð.”

Marknaðarparturin á innflutningssíðuni er framvegis lítið broyttur fyri Samskip, men tá tað kemur til útflutning er hann umleið duplaður yvir tað seinasta fýra-fimm ára tíðarskeiðið.

“Eg vildi mett at vit høvdu í 2019-20 ein part av exportinum sum lá undir 10 prosent,” segði stjórin víðari. “Ídag man hesin parturin liggja um 15-20 prosent. Nøgdirnar hjá okkum eru umleið tvífaldaðar síðan tá.”

Ein annar avgerandi faktorur í vøkstrinum liggur í at Samskip í Føroyum fekk avtalu fyri fimm árum síðan við risastóra flutningsfelagið CMA-CGA um bingjudepot, legði stjórin afturat. “Bingjudepot ger okkum eisini kappingarfør innan langvegis bingjuflutning tvørtur um heimshøvini.”