Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

B36 Varpið: Lukas S. Enevoldsen – hjálparvenjari og transitiónsvenjari

Í B36 Varpinum í dag var gesturin Lukas S. Enevoldsen, sum bæði er hjálparvenjari hjá besta liðnum eins og sonevndur transitiónsvenjari í B36.

Prátað var eitt sindur um kappingarárið 2024 hjá besta liðnum. Harafturat var fokus á, hvat ein transitiónsvenjari ger, og hvønn leiklut hann hevur í sambandi við at gera spælarar klárar til at stíga inn á besta liðið. Sendingin er á donskum.

B36 Varpið er at hoyra hósdag kl 16 á FM1. Sendingin verður endursend hóskvøld kl 23 og sunnudag kl 13. Hon liggur eisini sum poddvarp á FM1.fo.

B36 Varpið er stuðlað av Faroe Ship og Mouritsen’s Bussum.