Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Heilsumálaráðið lýsir eftir nýggjum aðalstjóra aftan á Turid Arge

Heilsumálaráðið lýsir nú eftir nýggjum aðalstjóra at taka við aftan á Turid Arge, ið noyddist frá í sambandi við eitt mál um alment innlit. Sjálvt málið snúði seg um ein skannara til Klaksvíkar Sjúkrahús.

Ein tænastumannakanning varð sett í verk sum vísti at aðalstjórin hevði sett til viks ásetingar í innlitslógini, fyrisitingarlógini og lógini um Løgtingsins Umboðsmann. Aðalstjórin varð fluttur í annað starv, og Bjørgfríð Ludvig røkir í løtuni fyribils starvið sum aðalstjóri í Heilsumálaráðnum.