Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Størsti skelkur nakrantíð

Tann 12. september 1990 skelkaði Føroyar fótbóltsheimin við at vinna 1-0 á Eysturríki í einum undankappingardysti til EM 1992 í Svøríki. Eysturríki, sum júst hevði verið við til HM 1990 í Italia.

Fólkatalið í Føroyum mundi liggja um tey 48.000 og tann 15. august tapti Føroyar 0-6 fyri danska Brøndby.

Føroyar spældi fyrsta landsdystin í 1930, men fekk ikki altjóða limaskap fyrr enn í 1988, so dysturin var samstundis allarfyrsti undankappingardystur yvirhøvur.

Hóast Føroyar átti heimavøll, so varð dysturin spældur í Svøríki, tí tá var ongin grasvøllur í Føroyum. Tað stóð framvegis á jøvnum, til Torkil Nielsen í 61. minutti vinnur bóltin, smýgur sær undan takklingum og sendi bóltin í eysturríkska netið frá brotsteigarmarkinum. Síðani stóð verjan stinn sum Føroya fjøll og vit sungu øll. Dysturin endaði púra óhugsandi 1-0 til Føroyar.

Hóast avbera góðu byrjanina eydnaðist tað bert at vinna eitt stig afturat og tað var ein 1-1 javnleikur ímóti Norðurírlandi, men tað skal sigast, at vónirnar undan undankappingini vóru langt frá só bjartskygdar. Undan dystinum tosaði eysturríkski framherjin, Toni Polster, enntá um 10-0 sigur og saman við liðfeløgunum fór hann heldur tvørtur um Oyrarsund fyri at síggja Danmark vinna 1-0 á Wales enn at venja til dystin.

Í faroesoccer.com síggja vit liðuppstillingina.