Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

‘Green Sea Faroe’ ætlan skal gera skipasmíð grønari

Arbeiðið hjá MEST við at tekna og projektera nýggjar ferjur til Strandfaraskip Landsins verður sambært skipasmiðjuna væntandi liðugt nú í heyst, og síðani verður byggingin boðin út, skilst. Fyri tørni standa Kalsoyarferjan og ferjan til Fugloyar- og Svínoyarleiðina.

“Sum liður í hesum arbeiði er MEST komið við í eitt Norðurlanda samstarv har eitt aðalmál er at fáa sniðgivið grønar ferjur,” sigur skipasmiðjan. “Høvuðs denturin í verkætlanini ‘Green Sea Faroe’ er at sniðgeva tvær ferðafólkaferjur sum vísa ítøkiligar, reinorku skipanir, sum eru grundaðar á niðurstøður frá verkætlanini, skiparakstrarkrøv og innlit frá royndum skipasniðgevum á MEST,” verður víðari sagt.

Sum partur av verkætlanini verða eisini gjørdar metingar um framtíðar orkutørv og hvussu ein gongd leið kundi sæð út fyri at Føroyar sum heild í framtíðini kann røkka 0-útláti fyri tann føroyska flotan. “Úrslitini frá verkætlanini kunnu verða til fyrimuns fyri Føroyar, men eisini fyri onnur minni oyggjasamfeløg – eins og fyri Norðurlond sum heild,” sigur MEST í tíðindaskrivi.

Stigtakarar til verkætlanina eru Orka á Umhvørvisstovuni saman við Nordisk Energiforskning, ein stovnur í Norðurlanda Ráðharraráðnum.

Tann norðurlendska fíggingin kemur frá Nordisk Energiforskning, Trafikverket í Svøríki, Orkustofnun í Íslandi og Strandfaraskip Landsins í Føroyum.

Luttakararnir í verkætlanini eru: MEST, Umhvørvisstovan, Lund Universitet og World Maritime University í Malmö. Eygleiðandi luttakarar eru: SEV, Brunvoll Mar-El úr Noregi og Tórshavnar Havn.