Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Sunnudagin sigur FM1 beinleiðis frá trimum dystum í Betrideildini hjá monnum

Í morgin sigur FM1 beinleiðis frá trimum dystum í Betrideildini hjá monnum. Klokkan 15 siga Trygvi Absalonsen og Regin Sivertsen frá dystum B36-NSÍ og KÍ-HB. Klokkan 17 sigur Rúni á Reynatrøð frá dystinum B68-Víkingur. Vit fylgja eisini gongdini í dystinum EB/Streymur-ÍF, ið byrjar klokkan 15.