Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Ein japanari ger um seg

Hann hevur ongantíð verið úr heimlandinum fyrr, dugir ikki enskt, men hevur skotið 4 mál í 5 dystum í næstbestu ensku deildini.

Fá mundu geva sær fær um, at Blackburn Rovers í summar keypt ein 28 ára gamlan japanara. Tað er talentleitarin John Park, sum sigst eiga heiðurin fyri, at Yuki Ohashi er endaður hjá Blackburn Rovers. John Park gjørdi vart við seg sum talentleitari hjá Celtic og millum tey flottu keypini, sum hjálptu Celtic at vinna the Treble fýra ferðir á rað vóru Virgil van Dijk, Moussa Dembele, Fraser Forster, Victor Wanyama, Ryan Christie og Kristoffer Ajer.

Tað var Gordon Strachan, sum setti John Park í starv hjá Celtic Football Club kappingarárið 2006-07, men Brendan Rodgers ynskti ikki at leingja samstarvið í 2016. Áðrenn hevði John Park arbeitt í Hibernian og Motherwell. Hann hevur síðani starvast hjá Sunderland, Blackburn, Glasgow Rangers og nú aftur hjá Blackburn.

Saman við John Eustace, sum er høvuðsvenjari og ikki felagsstjóri, hevur John Park eina Moneyball-tilgongd, har felagið roynir at keypa bíligt og møguliga selja dýrt. Yuki Ohashi er liður í tilgongdini og japanarin hevur skotið 4 mál í 5 dystum, meðan Blackburn blandar seg í oddastríðið í næstbestu deildini.

Blackburn hevur áður havt japanarin Jay Haddow skrásettan, men hann spældi ongan dyst fyri besta liðið, men Blackburn hevur havt betri eydnu við Yuki Ohashi, sum hevur luttikið í seks málum í 370 minuttir. Tað er eitt mál ella eitt upplegg fyri hvørjar 66 minuttir í miðal.