Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Hjalti skoraði ársins mál og er enn vónríkur um at B68 kann yvirliva

Hoyr frásøgumannin hjá FM1, Rúna á Reynatrøð siga frá teimum trimum málunum, ið vóru skotin í 2-1 sigrinum hjá Vikingi á B68 á Svangaskarði á Toftum. Hoyr samrøðuna Rúni gjørdi við Hjalta Strømsten, ið við vøkrum langskoti skoraði ársins mál. Hjalti er vónríkur um, at B68 kann yvirliva, tí teir møta hinum niðaru liðunum í teimum seinastu umførunum. Hoyr eisini samrøðuna Rúni gjørdi við veteranin hjá Víkingi, Sølva Vatnhamar sum slær fast, at teir í Víkingi taka ein dyst í senn, og teir taka einki fyri givið í kapprenningini við KÍ.

Myndir: Rúni á Reynatrøð.