Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Kristian Joensen: Eg hostaði eitt sindur av blóði men tað helt uppat

Hoyr frásøgumannin hjá FM1, Trygvi Absalonsen siga frá teimum fýra málunum, ið vóru skotin í dystinum B36-NSÍ 2-2 (1-1). Hoyr Trygva taka stutt samanum dystin, og hoyr samrøðurnar hann gjørdi við liðskiparan hjá B36, Jann Benjaminsen, ið heldur, at B36 spældi væl, men brendi ov illa, og samrøðuna Trygvi gjørdi við Kristian Joensen, ið fekk ein løst í fyrra hálvleiki. Kristian greiðir frá, at hann hostaði eitt sindur av blóði, men lukkutíð helt tað uppat.

Myndir: NSÍ og B36.