Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Diskutera AI á Vinnudegnum

Fimm føroyskar fyritøkur fara at hava framløgu um Artificial Intelligence á Vinnudegnum, lovar Vinnuhúsið.

“Á Vinnudegnum fara vit síggja hvussu partar í vinnuni í Føroyum brúka Artificial Intelligence (AI) til at loysa ítøkiligar uppgávur,” upplýsti Vinnuhúsið.

“Fimm føroyskar fyritøkur fara, við heitinum ‘AI í verki’, at hava stuttar fyrilestrar um hvussu tær nýta AI til at loysa ítøkiligar uppgávur í sínum virksemi,” varð víðari upplýst.

AI hevur verið eitt heitt evni seinastu tíðina, staðfesti Vinnuhúsið, “men tað kann tykjast ógreitt hvussu tøknin kann nýtast í praksis. Í hesum fyrilestrum fáa vit nú eitt greitt innlit í hvussu føroyskar fyritøkur brúka AI til at menna og effektivisera sítt arbeiði.”

Fyrilestrarnir fevna um ymiskar vinnugreinar og skulu geva eitt breitt innlit í hvussu AI kann hjálpa við uppgávum sum sjálvvirkandi dátugreining, framleiðslustýring og nýskapan.

Jaspur Højgaard frá Føroya Tele, Terji Nielsen frá SEV, Bárður D. Christiansen frá MAP Arkitektar, Arne Winthereig frá Mowi og Suni Justinussen frá GroAqua, skulu sambært skránna fyri Vinnudegin greiða frá hvussu teir nýta AI til at loysa uppgávur í fyritøkuni.