Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Team Rynkeby letur størsta stuðul higartil

Team Rynkeby Føroyar fekk í ár so mikið sum 1.770.000 kr. í sínari innsavning í sambandi við tann árliga súkklutúrin til Paris. Tað mesta av tí methøgu upphæddini sum kom inn á hesum sinni varð handað Ragnari Isaksen vegna Cystisk fibrosufelagið á samkomu í Aulini í Eysturskúlanum, upplýsti Team Rynkeby.

“Nakað av stuðlinum í ár verður eisini latin Autismufelagnum og ADHD-felagnum,” varð sagt.

Tá ið Team Rynkeby á sinni byrjaði, varð stuðulin burturav latin børnum við krabbameini og familjum teirra. “Hetta er nú broytt soleiðis at Team Rynkeby letur stuðul til børn við hættisligum sjúkum og familjur teirra, og sostatt eisini til børn við til dømis lungna- og hjartasjúkum.”

Onnur ár er stuðulin latin Beranum og Sinnisbata.