Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Føroyingar royna seg í DC

Sendistova Føroya í Washington D.C. er latin upp og farin undir sítt virkisemi, boðar Uttanríkis- og Vinnumálaráðið frá.

Merkið varð soleiðis vundið í húnar hátt ígjár uttan fyri House of Sweden, har Sendistova Føroya húsast saman við øðrum sendistovum.

“Samstarvið við USA hevur høga ragfesting fyri landsstýrið,” viðmerkti Høgni Hoydal, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum, “og stovnsetanin av Sendistovu Føroya í Washington D.C. endurspeglar greiða ynskið at styrkja bondini landanna millum enn meir.”

Bjørn Kunoy er sendimaður Føroya í Washington.