Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Krás broytir samleika men varðveitir navn

Matvøruvirkið Krás í Hósvík, ið framleiðir og meirgóðskar kjøt til føroyska gerandisdagin, fær nú nýggjan samleika, upplýsir fyritøkan.

“Navnið á fyritøkuni verður tað sama, men búmerkið, litir, vøruseðlar, myndir og alt marknaðarføringstilfar verður nú latið í nýggjan ham,” greiddi heilsølan Poul Hansen frá.

Hetta er ein partur av langtíðararbeiðinum hjá P/F Poul Hansen at lata øll undirfeløgini hjá samtakinum í ein eins brand ham, varð víðari sagt. “Hesi feløg eru Heilsøla, Gastro, Staðrøkt og Krás.”

Í kjalarvørrinum av tí nýggja samleikanum kemur eitt størri lýsingaátak ið skal at lýsa hvussu Krás er vorðin “ein natúrligur partur av gerandisdegnum hjá føroyingum. Ein gerandisdagur sum Krás er við at lætta um við sínum føroyska viðskera, feskum og frystum døgurðamati, umframt lidnum og ómakaleysum døgurðarættum.”

Rúni Mohr, leiðari á Krás, fegnast um nýggja samleikan. “Tíðin er komin til at seta andlit á fólkini handan Krás og gera fólk varug við hvussu stóran leiklut okkara vørur spæla í gerandisdegnum hjá túsundtals føroyingum,” viðmerkti hann.

Krás hevur síðan 1986 lagt seg eftir at “veita fyrstafloks viðskera og døgurðamat ið mettar føroyingin.”
Hvønn dag arbeiða umleið 15 dugnalig og ágrýtin starvsfólk á matvøruvirkinum í Hósvík. Tey framleiða vælsmakkandi mat, sum seinni á degnum stendur á mongum døgurða- og nátturðaborðum kring landið.