Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

‘Eitt ordiligt tak’ at upp­rað­festa við­líka­haldið av vega­kervi – Dennis Holm

Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskivinnu- og samferðslumálum, sigur at Landsstýrið arbeiðir við at uppraðfesta viðlíkahald av landsvegunum og at hetta er ein uppgáva sum krevur breiða politiska undirtøku.

Í samrøðu fyrr ídag við Árna Gregersen á FM1 viðgekk Dennis Holm at viðlíkahald og trygd í eldri tunlum ikki liggja á nøktandi stigi í løtuni.

“Fleiri av teimum gomlu tunlunum, eins og Landsverk greiddi frá í Degi og Viku fyrr í vikuni, liva ikki upp til tey krøvini sum eru ídag,” segði landsstýrismaðurin.

“Teir liva upp til tey krøvini sum vóru tá tunlarnir blivu gjørdir. So tað er neyðugt at fara at hava størri fokus frá landsins síðu av – at fáa økt um játtanina til viðlíkahald av bæði vegum, brúm og tunlum. Tað hava vit sett hol á, men tað krevur nógv størri orku frá tí samlaða politiska landslagnum, frá øllum flokkum. Tí hetta er eitt ordiligt tak sum skal gerast tey komandi nógvu árini og ikki bara eitt ár í senn.”

Árni Gregersen spurdi so: “Kann væntast at nakað av hesum her sæst aftur á uppskotinum til fíggjarlóg sum verður lagt fram síðst í mánaðinum?”

Til hetta svaraði Dennis Holm: “Vit hava gjørt eina uppraðfesting av viðlíkahaldinum til landsvegakervið generelt – asfaltering – og tað sæst eisini aftur í tí játtanini sum hevur verið á landsvegakervinum seinastu árini, og tað fer eisini at síggjast á tí komandi fíggjarlógini. Men tá tað er sagt, so er tað jú ein realitetur at vit noyðast at gera heilt onnur ting. Vit arbeiða eisini við nøkrum tankum um hvussu tað kann skipast, og fara at royna at taka upp ta diskssiónina upp við øllum flokkum, soleiðis at vit fáa gjørt eina langtíðar avtalu um at vit noyðast at uppraðfesta viðlíkahaldið av landsvegakervinum sum heild.”