Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Ringur roykur við Havnará hasar av

Ein kloakk sum gongur fram við Havnará í Viðarlundini hevur spreitt ringan lukt í nakrar dagar men er nú við at vera komin í rættlag aftur aftan á eina sokallaða hosufóðring. Viðgerðin var neyðug, skilst, av tí at kloakkrørið so við og við var vorðið tipt og hevði fingið hol á.

Hosufóðringin innibar at trýst varð sett á kloakkina, har m.a. ein gummihosa varð løgd inn og síðan blást upp við luft sum ein ballón fyri at reinsa og stablisera rørið. Hetta gav ein raman kloakkroyk sum kann vara í upp til eina viku, so tað ringasta skuldi verið hasað av nú.