Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Ungdómslandslið og spælaramenning

Í B36 Varpinum í dag kl 16. var gesturin Jógvan Martin Olsen, landsliðsvenjari hjá U15 og U16 dreingjum.

Jógvan Martin hevur sera drúgvar royndir í føroyskum fótbólti, og saman gjørdi vit eina støðismeting av føroyskum ungdómsfótbólti anno 2024. Vit fóru eitt sindur aftur um ungdómslandsliðini og fokusera á, hvønn týdning hesin hevur fyri spælaramenningina. Og fokus var eisini á spælaramenningina, sum gjørd verður úti í feløgunum.

B36 Varpið er at hoyra hósdag kl 16 á FM1. Sendingin verður endursend hóskvøld kl 23 og sunnudag kl 13. Hon liggur eisini sum poddvarp á FM1.fo.

B36 Varpið er stuðlað av Faroe Ship og Mouritsen’s Bussum.